Liverpool spældi aftur javnt

Liverpool spælir nógvar dýrar javnleikir, og í dag spældi teir reyðu úr Liverpool aftur javnt. Dysturin millum Liverpool og Manchester City á Anfield Road endaði við javnleiki 1-1.

 

Fyrrverandi Liverpool-spælarin, Craig Bellamy, sum nú spælir við Manchester City legði Manchester City á odda, tá eitt skot hjá honum bleiv avrættað av Alvaro Arbeloa.

Tað eydnaðist Dirk Kuyt at javna fyri Liverpool stutt áðrenn leiklok, men ein javnleikur er alt annað enn nøktandi fyri Liverpool. 6 av 13 heimadystum hjá Liverpool eru endaðir við javnleiki, og tað byrjar at kosta á stigatalvuni, har Liverpool nú er 7 stig aftanfyri oddaliðið, Manchester United. Manchester United hevur 62 stig, Liverpool 55, Chelsea 52, Aston Villa 51, og Arsenal hevur 45 stig.