Nýtt*
13.30: Liverpool hevur staðfest, at Mamadou Sakho er fyribils ikki tøkur fyri Liverpool, eftir at UEFA kannar ein test hjá miðverjanum.
13:15: Fleiri fjølmiðlar skriva, at Liverpool verjuspælarin Mamadou Sakho hevur fingið leikbann frá Liverpool, eftir at hann er tikin fyri doping.
Tony Barrett, sum skrivar fyri The Times og er kendur fyri at hava góðar keldur í Liverpool, skrivar at Liverpool hevur leikbannað miðverjan fyribils. Liverpool spælir í dag móti Newcastle.
Fyribils søgur siga, at hann er tikin fyri at hava brúkt eitt hvørt feittforbrennandi evni. Nakað sum ein annar Liverpool verjupælarin eina ferð fyrr er tikin fyri.
Tá Kolo Toure spældi við Manchester City, bleiv hann tikin fyri at hava brúkt feitt forbrennandi evni, sum hann skyldaði upp á at konan átti.
Liverpool kemur væntandi við einum tíðindaskrivi í næstum.