Liverpool hevur í seinastuni verið í USA á venjingarlegu og spælt fleiri venjingardystir. Í nátt spældi Liverpool 2-2 móti portugisiska Sporting Lissabon.
Í samband við dystin segði Jurgen Klopp, at Nathaniel Clyne hevur fingið ein álvarsaman skaða í knæið. Fyrrverandi enski landsliðsbakkurin hevur havt eina trupla tíð seinast tvey árini í Liverpool. Søgurnar siga, at hann skuldi seljast undan kappingarbyrjan, men tað verður av ongum nú.
Tað hevur eisini verið tosað nógv um brasilska Philippe Coutinho, sum fyri hálvum øðrum ári síðani skifti frá Liverpool til FC Barcelona, har hann ikki hevur sligið til. Jurgen Klopp segði á tíðindafundinum í gjár, at tað er óhugsandi at hann kemur aftur til felagið á hesum sinni.
Liverpool hevur í summar bara keypt Sepp van der Berg, ið er ein ungur verjuspælari úr Belgia.











