Liverpool snávaði í Europa League

Heldur óvæntað snávaði Liverpool ímóti turkiska Besiktas

Í gjárkvøldið var tað Arsenal, ið kiksaði so dyggiliga á evropeiska pallinum, tá ið teir taptu 1-3 á heimavølli ímóti Monaco. Í kvøld skuldi eitt annað enskt felag, Liverpool, royna seg. Teir vunnu fyrsta 1/16-finaludyst 1-0 ímóti turkiska Besiktas, og í kvøld var returdystur í Istanbul.

 

Tað gekk tó ikki eftir vild hjá Liverpool. Teir vóru annars omaná leikliga í fyrra hálvleiki, men í øðrum hálvleiki varð leikgongdin vend á høvdið. Tískil var tað ikki heilt óuppiborið, tá ið Tolgay Arslan hjá Besiktas skoraði til 1-0 í 73’inda minutti. So statt var samanlagdur javnleikur, og hendan støðan helt sær fram til dystarenda. Tískil var neyðugt við longdari leiktíð á 30 minuttir fyri at finna ein vinnara. 1-0 støðan helt sær eisini í longdu leiktíðini, og so var neyðugt við brotsparkskapping. Besiktas skeyt fyrst, og teir fyrstu níggju skjúttarnir hjá báðum liðunum skoraðu allir. Tessvegna var stórt trýst á síðsta skjúttanum hjá Liverpool, Dejan Lovren, sum eisini brendi sítt skot. Harvið er Liverpool úti av Evropa League á hesum sinni.

 

Liverpool var ikki einasta enska liðið, ið reyk út av kappingini í kvøld. Tottenham tapti eisini útidystin ímóti Fiorentina 2-0. Fyrsti dysturin endaði 1-1, og tí tapti London-felagið tilsamans 1-3

 

Her eru úrslitini frá Evropa League-dystunum í kvøld, ið byrjaðu klokkan 18:

 

Dinamo Moskva 3-1 Anderlecht (Dinamo Moskva samanlagt víðari 3-1)

Zenit 3-0 PSV (Zenit samanlagt víðari 4-0)

Besiktas 1-0 Liverpool (Samanlagt 1-1, Besiktas víðari eftir brotssparkskapping)

Borussia Mønchengladbach 2-3 Sevilla (Sevilla víðari samanlagt 2-4)

Dinamo Kiev 3-1 Guinkamp (Dinamo Kiev samanlagt víðari 4-3)

Fiorentina 2-0 Tottenham (Fiorentina samanlagt víðari 3-1)

Inter 1-0 Celtic (Inter samanlagt víðari 4-3)

Legia Warszawa 0-3 Ajax (Ajax samanlagt víðari 0-4)

Salzburg 1-3 Villarreal (Villarreal samanlagt víðari 2-5)

 

Sjey aðrir Evropa League-dystir byrjaðu klokkan 20.