Liverpool var stórfavorittur, tá ið teir í kvøld vóru á vitjan hjá aftasta liðnum í Premier League, Swansea. Tað skuldi tó vísa seg at gerast ein trupul dystur hjá teimum á Liberty Stadium.
Hóast Liverpool var meira á bóltinum, so var tað Swansea, ið fór til hálvleiks á odda 1-0 við máli frá miðverjuleikaranum, Alfie Mawson, fimm minuttir undan steðginum.
Gongdin var tann sama í seinna hálvleiki. Liverpool royndi og royndi, men tað manglaði góðska, og Swansea vardi stundum eisini væl.
Í yvirtíðini fekk Liverpool ein risa møguleika at javna til 1-1, men royndin hjá einum púra leysum Roberto Firmino brast í stongina. Dysturin endaði við 1-0-sigri til Swansea.
Liverpool er nummar fýra við 47 stigum, trý færri enn Chelsea á triðja plássi. Swansea er enn á aftasta plássi, men hevur nú sama stigatal sum næstaftasta liðið, West Bromwich.