Liverpool kom í dag av álvara niður á jørðina aftur, eftir at teir í vikuni leiktu seg í Champions League-finaluna. Á pappírinum var tað bara ein avgreiðsluspurningur, tá ið dag fóru á Craven Cottage at vitja Fulham. Liverpool hevði fleiri málmøguleikar, men einasta málið í dystinum fekk Fulham. Hesum málinum syrgdi Clint Dempsey fyri 20 minuttir fyri leiklok.
Hetta var ein týdningarmikil hjá Fulham, sum nú hevur bart seg undan niðurflytingini. Hinvegin er Liverpool nú bert eitt stig frammanfyri Arsenal á fjóðra plássi, sum hevur leikt ein dyst færri. Teir leika í morgin ímóti Chelsea.









