Liverpool snávaði

Liverpool megnaði soleiðis ikki at taka av møguleikanum, sum teir í dag høvdu til at økja um leiðsluna í ensku Premier League, har tey bæði næstu liðini, Manchester United og Chelsea, spæla móti hvørjum øðrum í morgin.

Rory Delap gav annars Liverpool ein skelt tíðliga í dystinum, tá hann rakta tvørtræið, men tað vildi ikki verið órættvíst, um oddaliðið fór avstað við øllum. Ikki minst eftir trýstið, sum teir løgdu seinastu løtuna.

Aston Villa vann seg upp á triðja plássið 2-1 útisigri móti býarfeløgunum úr WBA, og Niklas Bendtner bjargaði Arsenal, tá hann skoraði einsamalla málið í 1-0 sigrinum á Bolton.

 

Úrslitini í Premier League í dag:

Aston Villa-WBA 2-1

Everton-Hull 2-0

Middlesbrough-Sunderland 1-1

Newcastle-West Ham 2-2

Arsenal-Bolton 1-0

Stoke-Liverpool 0-0

 

Útsettir vegna veður

Fulham-Blackburn

Portsmouth-Manchester City