Liverpool og Bayern Munchen blivu tey fyrstu feløgini, sum hava vunnið seg víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League. Liverpool tapti fyri fyrstu ferð í eitt ár á Anfield, men vann samanlagt á Inter Milan, meðan Bayern Munchen vann heili 7-1 á Redbull Salzburg úr Eysturríki.
Liverpool – Inter Milan 0-1 (2-1 samanlagt)
Tað var hendingaríkt og ferðmikið spæl, tá Inter Milan vann 1-0 á Liverpool í gjár. Heimaliðið hevði annars fleiri málroyndir og rakti træverkið tríggjar ferðir, men tað var Inter Milan sum fekk mál. Tá ein tími var spældur, smekkaði Lautaro Martinez bóltin í málhornið.
Bara tveir minuttir seinni fekk Alexis Sanchez sítt seinna gula kort, og Inter mátti spæla restina av dystinum í undirtal. Gestirnir vóru ikki nøgdir við útvísingina. Samanlagt var Inter Milan ongantíð nær við at fáa málið til 2-0, meðan tað bleiv bjargað á strikuni í hinum endanum.
Bayern – Redbull Salzburg 7-1 (8-2 samanlagt)
Eftir 1-1 javnleikin í Eysturríki og nøkur misjøvn avrik, so var favorittleikluturin hjá Bayern Munchen eitt sindur minni enn væntað, men tað bleiv skjótt sett upp á pláss. Longu eftir 23 minuttir hevði Robert Lewandowski skorað hattrik.
Við tveimum málum frá Thomas Muller, og einum í part frá Serge Gnabry og Leroy Sane setti Bayern Minchen eina tjúkka striku undir, at felagið aftur í ár er til reiðar spæla um steypið við stóru oyrunum.











