FC Keypmannahavn skal leika móti franska Marseille, Ajax Amsterdam tekur ímóti Juventus og Liverpool trekti rumensku Unirea Urziceni.
Fyrsti dysturin verður leiktur á Anfield, tá Liverpool ikki var millum tey seedaðu liðini. Hetta er uttan iva eitt gott lutakast fyri Liverpool, tá teir sluppu undan at møta liðum sum Juventus, Roma, Valencia, Benfica og PSV.
Fulham skal leika móti Shaktar Donetskt úr Ukraina.
Lutakastið er soleiðis:
Rubin - H. Tel Aviv
Athletic - Anderlecht
FC København - Marseille
Panathinaikos - Roma
Athleticó - Galatasaray
Ajax - Juventus
Club Brugge - Valencia
Fulham - Shaktar Donetsk
Liverpool - Unirea Urziceni
Hamburg - PSV
Villareal - Wolfsburg
Standard Liege - Salzburg
Twente - Werder Bremen
Lille - Fenerbahce
Everton - Sporting Lisbon
Hertha Berlin - Benfica