Liverpool skal til Kekkia

Europa League: Lutakastið hevur verið 1/8 finalurnar

Lutakastið til 1/8 finalurnar í Europa League hevur verið í dag. Liverpool skal til Kekkia at spæla móti Sparta Prague, meðan grannarnir úr Slavia Prague fáa vitjan av AC Milan.

 

Tað eru fýra bretsk lið í kappingini. Brighton er við fyri fyrstu ferð  í Evropa og skal møta AS Roma. Skotska Rangers skal spæla móti Benfica, sum vanliga plagar at spæla í Champions League. Síðani er tað West Ham, sum í fjør vann Conference League, skal spæla móti týska Freiburg.

 

Bayer Leverkusen, sum í løtuni er oddalið í Týsklandi, skal spæla móti Qarabag úr Aserbadjan. Tað eru eisini tvær spennandi og javnar uppgerðir millum lið, ið vinna seg fram í Evropa. Marseille møtir Villarreal og Sporting Lissabon møtir Atlanta.

 

Dystirnir verða í fyrru hálvu av mars mánaði.

 

Europa League 1/8:

 

Sparta Prague - Liverpool

 

Marseille - Villarreal

 

Roma - Brighton

 

Benfica - Rangers

 

Freiburg - West Ham

 

Sporting - Atalanta

 

AC Milan - Slavia Prague

 

Qarabag - Bayer Leverkusen