Lutakastið til bólkaspælið í Europa League hevur verið í dag. 32 lið eru deild í átta bólkar. Í bólki H komu bæði Molde og BK Häcken, sum bæði hava spælt móti KÍ á veg til bólkaspælið. FC Sheriff, sum vann á KÍ í gjár, kom í bólk saman við AS Roma, Slavia Prag og sveisiska Servette.
Livepool er komið í bólk saman við belgiska Royale Union Saint-Gilloise. Tað er felagið, sum hevði Samuel Johansen Chukwudi í hópinum í fjør. Hann valdi tó at koma heim, tí hann ikki fekk nøktandi mótstøðu og venjing í yngru deildunum.
Lutakastið:
Bólkur A:
West Ham, Olympiacos, Freiburg og Backa Topola
Bólkur B:
Ajax, Marseille, Brighton og AEK Athen
Bólkur C:
Rangers, Real Betis, Sparta Prag og Aris Limassol
Bólkur D:
Atalanta, Sporting CP, Sturm Graz og Rakow
Bólkur E:
Liverpool, LASK, Royale Union og Toulouse
Bólkur F:
Villarreal, Rennes, Maccabi Haifa og Panathinaikos
Bólkur G:
Roma, Slavia Prag, Sheriff Tiraspol og Servette
Bólkur H:
Leverkusen, Qarabag, Molde og BK Häcken