Liverpool skal hava nýggjan dyst

Við Ekstra-Blaðið sigur danski dómarin, at talan er um eina støðu, sum er púrasta burturvið.

- Her er ikki talan um dómarans meting, men um ein feil, og so eigur Liverpool at fáa nýggjan dyst, sigur hann.

- Hevði talan verið um ein áskoðara, ein hund ella kanska ein eyka bólt, so er jú eingin ivi um, at dómarin hevði steðgað spælinum og so byrja aftur við uppkastið, tá spælið skuldi setast ígongd aftur, sigur Claus Bo Larsen við Ekstra-Blaðið.

 

Sæð við føroyskum eygum er hetta seinasta eisini áhugavert.

Tá Føroyar spældu undankappingardyst í Aberdeen í Skotlandi fyri 11 árum síðani, var ein eyka bóltur í føroyska brotsteiginum, tá skotar skoraðu fyrra málið. Men ta ferðina fekk hendingin tó ongar avleiðingar.