Tað er ógvuliga gott lag í Liverpool leguni í kvøld, og tað er ikki at undrast á, at vónbrotið í Fulham er stórt. Inntil vanliga leiktíðin var farin, var støðan 2-2. So tiltuskaði Liverpool sær brotsspark. Nervarnir hingu uttan á troyggjunum hjá fleiri spælarum, og á beinkinum vóru teir fleiri, sum vendu bakið til, tá ið liðformaðurin Steven Gerrard tók ábyrgdina á seg og púra tryggur úr ellivu metrum setti bóltin dygst inn við stólpanum til vinstru fyri seg sjálvan.
3-2 sigurin ber við sær, at Liverpool hevur styrkt um sína støðu í kappingini um plássini í europeisku meistarakappingini, og at møguleikin fyri at vinna meistaraheitið nú als ikki kennist so langt burtur.
Longu í 8. minutti legði Fulham seg framum, tá ið óhepni Kolo Touré gjørdi sjálvmál. Steven Gerrard átti uppleggið, tá ið Daniel Sturridge javnaði stutt undan steðginum. Fulham legði seg framum aftur í 64. minutti, tá ið Kieran Richardson skoraði. Átjan minuttir undan leikloki javnaði Philippe Coutinho, og so var tað í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, at Liverpool við brotsssparki tryggjaði sær øll stigini.