Liverpool selur út

Liverpool hevur í ár keyp nógv inn. Millum keypini síðani ársskiftið eru Andy Carroll, Luis Suarez, Charlie Adam, Jordan Henderson, Stewart Downing og José Enrique. Nú byrjar eisini at ganga hinvegin.

 

Liverpool hevur í dag almannakunngjørt, at Sotirios Kyrgiakos hevur spælt sín seinasta dyst á Anfield fyri Liverpool. 32-ára gamli miðverjuni úr Grikkalandi hevur skift til týska Wolfsburg. Partarnir hava gjørt ein tvey ára sáttmála.

 

Sotirios Kyrgiakos kom til Liverpool í 2009 og skuldi loysa Sami Hyypia av. Hann náddi at spæla 49 dystir fyri Liverpool eftir skiftið frá AEK Athen.

 

Eisini er líkt til, at italiumaðurin Alberto Aquilani er á veg úr felagnum. Mest sannlíkt tykist verða, at hann skiftur til italsku meistarnar, AC Milan. Nógv Liverpool viðhaldsfólk dáma annars væl miðvallarin, ið kom til felagið í 2009, sum avloysari fyri Xabi Alonso.

 

Umframt teir báðar, so meta enskir miðlar, at Christian Poulsen, Joe Cole og David N'gog eru á veg úr felagnum