Belgiski áleyparin, Christian Benteke, sum Liverpool keypti fyri einum góðum ári síðani, er í dag liðugur í Liverpool.
Liverpool hevur selt belgiska áleyparan til London-felagið, Crystal Palace, sum rindar gott og væl 275 milliónir krónur fyri áleyparan.
Christian Benteke er suverent dýrasti keypið hjá Crystal Palace nakrantíð. Teir settu annars met fyrr í summar, tá Andros Townsend var tað dýrasta keypið nakrantíð tá. Hann rindaðu teir á leið 110 milliónir krónur fyri.
Sáttmálin millum Christian Benteke og Crystal Palace er galdandi fyri komandi fýra kappingarárini.