Liverpool er sjey stig fremst í Premier League, eftir at Manchester City í dag vann, eftir at hava tapt tvær ferðir upp í slag. Stóri taparin í hesum umfarinum var Tottenham, sum óvæntað tapti á heimavølli.
Manchester City, sum hevur tapt tríggjar av teimum seinastu fýra dystunum, vann í dag 3-1 á útivølli mót Southampton. David Silva, Sergio Aguero og eitt sjávmál greiddu setningin fyri ensku meistararnar, sum vóru undir trýsti undan dystinum.
Liverpool vann í gjár heili 5-1 á Arsenal samstundis sum Tottenham óvæntað tapti 3-1 á útivølli móti Wolverhampton. Við sigrinum í dag hevur Manchester City yvirhálað Tottenham og er á øðrum plássi.
Í komandi umfari møtast Liverpool og Manchester City á Etihad leikvøllinum.
20. umfar:
Brighton & Hove Albion 1 – 0 Everton
Fulham 1 – 0 Huddersfield Town
Leicester City 0 – 1 Cardiff City
Tottenham Hotspur 1 – 3 Wolverhampton Wanderers
Watford 1 – 1 Newcastle United
Liverpool 5 – 1 Arsenal
Crystal Palace 0 – 1 Chelsea
Burnley 2 – 0 West Ham United
Southampton 1 – 3 Manchester City
Støðan: (Livescore)
1
20
40
54
2
20
38
47
3
20
22
45
4
20
22
43
5
20
12
38
6
20
9
35
7
20
0
29
8
20
1
28
9
20
-1
28
10
20
1
27
11
20
-3
27
12
20
-9
26
13
20
-5
25
14
20
-9
19
15
20
-12
18
16
20
-19
18
17
20
-17
15
18
20
-22
15
19
20
-25
14
20
20
-23
10