Tað bleiv lagt upp til eitt ordans oddabrak, tá Liverpool í gjár tók móti Manchester United, men tað endaði við einum tamum 0-0 javnleiki, har Paul Pogba mundi hava størsta møguleikan. Størsti vinnarin bleiv Manchester City sum í gjárkvøldið vann 4-0 á Crystal Palace og nærast oddasessinum í hvørjum.
Í gjár og í dag hava bretskir miðlar og viðmekrjarar sagt sína hugsa um stórdystin. Liverpool hevði bóltin meginpartin av tíðini, men sermerkt við Liverpool í løtuni er, at teir skora ikki mál. Liverpool hevur ikki skorað í trimum teimum seinastu dystunum.
Eftir at hava vunnið 2-1 á Tottenham og 7-0 á Crystal Palace, hevur Liverpool bara fingið trý stig og eitt mál í fýra dystum. 1-1 móti West Bromwich, 0-0 móti Newcastle og Manchester United, og tapti 1-0 móti Southampton.
Bæði ítróttarjournalistar og viðmerkjarar halda fyri, at tríggir teir fremstu hjá Liverpool síggja nakað troyttir út. Her er talan um Sadio Mané, Mohamed Salah og Roberto Firmino. Spælistílurin hjá er krevjandi og fleiri lyklaspælarar eru skaddir. Tí verður mett, at hetta merkist í hópinum nú.
Venjarin, Jurgen Klopp, var væl nøgdur við avrikið, men ásannar at Liverpool má skjóta mál. Hann hevði eisini hug at skjóta eftir Manchester United.
- Tað er ringt at spæla, tá eitt lið við spælarum fyri so nógvar pengar stendur aftur á egnari hálvu og verjir, og eru góðir til mótálop, segði Jurgen Klopp eftir dystin.
Ole Gunnar Solskjær, venjari hjá Manchester United, var nøgdur við avrikið, men ikki heilt nøgdur við úrslitið, tí hann helt at sínir menn høvdu bestu málmøguleikarnar.
Tað tykist ikki sum viðmerkjararnir kunnu blíva heilt samdir um, hvør nú er favorittur at vinna Premier League, men tað er nú ikki so løgið, tá bara fimm stig eru frá nummar eitt til nummar seks.