Liverpool eru uttan Fernando Torres restina av kappingarárinum. Í kvøld gav venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, David N´gog møguleikan í álopinum. 21-ára gamli fraklendingurin takkaði fyri álitið og legði Liverpool á odda 2-0, eftir at Yossi Benayoun hevði skorað til 1-0.
Anfield var langt frá útselt og stemningurin var einki serligur. Liverpool fekk eitt mál aftrat. Eftir fríspark endaði bólturin á stongini, og umvegis Robert Green í West Ham málinum, fór bólturin í mál til endaliga úrslitið 3-0 til Liverpool.
Liverpool hópurin fer í morgin til Madrid, har teir skulu spæla ímóti Atletico Madrid í Europa League hósdagin.