Liverpool og United møtast í FA Cup

Lutakastið til fimta umfar var seinnapartin í dag, og tað endaði við, at tveir av favorittunum skulu møtast. Liverpool fekk heimavøll ímóti Manchester United og lagt er upp til eitt brak av einum steypadysti tann 18. ella 19. februar.
Liðini møttust fyri stuttum á Old Trafford, og tá vann United 1-0 við máli frá Rio Ferdinand í síðsta minutti. Manchester United hevur veruliga havt takið á Liverpool seinastu árini, og United hevur vunnið átta av tíggju teimum seinastu dystunum teirra millum.
Chelsea er enn ikki komið víðari til fimta umfar, men skal spæla umdyst ímóti Everton. Chelsea ella Everton fáa heimavøll ímóti Colchester.

FA Cup, 5. umfar:
Preston N.E./Crystal Palace - Coventry/Middlesbrough
Newcastle - Southampton
Aston Villa - Manchester City
Everton/Chelsea - Colchester United
Charlton - Brentford
Liverpool - Manchester United
Bolton - West Ham
Stoke City - Reading/Birmingham