Liverpool og United lorkaðu sigrarnar burtur

Bæði Liverpool og Manchester United vóru í dag á odda, men lorkaðu sigrarnar burtur móti endanum

Tveir dystir hava verið spældir í ensku Premier League í dag.

 

Fyrri dysturin var klokkan 13:30, tá Bournemouth tók á heimavølli móti einum av oddaliðnum, Liverpool.

 

Liverpool var undan dystinum greiður favorittur, og var tí ikki heilt óvæntað at teir løgdu seg á odda bæði 1 og 2-0 í fyrra hálvleiki. Tað var eisini klassamunur á liðunum í fyrra hálvleiki, har tað bert tóktist at vera ein spurningur um, hvussu stórur sigurin hjá Liverpool fór at vera.

 

Men í seinna hálvleiki vendi fullkomiliga á høvdið. Eftir at Liverpool annars hevði verið á odda 3-1 eitt skifti í seinna hálvleiki, vendi Bournemouth dystinum seinasta korterið. Serliga gjørdi innskiftingin av Ryan Fraser mun fyri Bournemouth. Fyrst minkaði Ryan Fraser um munin til 3-2, áðrenn Steve Cook javnaði til 3-3. Og í yvirtíðini, eydnaðist tað eisini Bournemouth at leggja seg á odda. Málið skjeyt miðverjin Nathan Ake, eftir heldur vánaligt málmansspæl av Loris Karius í Liverpool málinum.

 

Seinni í dag skuldi Manchester United so royna at hála inn á Liverpool í oddastríðnum. Teir spældu á útivølli móti Everton.

 

Og leingi var eisini líkt til, at teir skuldu fáa øll trý stigini heim við sær. Teir løgdu seg á odda 1-0 beint undan hálvleiki við máli frá Zlatan Ibrahimovic.

 

Leiðslan helt sær heilt inntil yvirtíðina, tá Everton fekk brotsspark, sum innskifti Marouane Fellaini gjørdi. Brotssparkið sparkaði Leyton Baines trygt í málið, soleiðis at dysturin endaði við 1-1 javnleiki.

 

 

Úrslitini í Premier League í dag:

Bournemouth – Liverpool 4-3

Everton – Manchester United 1-1