Fyrra hálva av seinasta umfari í Champions League bólkaspælinum hevur verið í kvøld. Liverpool og Tottenham høvdu ryggin móti múrinum, men bæði feløgini standa eftir við plássið í endaspælinum. Liverpool vann 1-0 á Napoli, meðan Tottenham spældi javnleik í Barcelona.
Í bólki B byrjaði FC Barcelona uttan Lionel Messi einum dysti, sum hevði stóran týdning fyri gestirnar úr Tottenham. Ousmane Dembele legði vertirnar á odda tíðliga í dystinum, men Lucas Moura tryggjaði Tottenham eitt stig, sum er nokk, tí Inter Milan bara spældi javnleik á heimavølli móti PSV.
Í bólki C skuldi Liverpool vinna 1-0, ella við tveimum málum, fyri at koma víðari. Tað bleiv nokk við 1-0 sigri. Mohamed Salah skoraði málið í fyrra hálvleiki. Liverpool hevði fleiri møguleikar at skora, men tað endaði við at nýggi málverjin, Alisson Becker, bjargaði Liverpool í yvirtíðini.
Bólkur A:
Club Brugge – Atletico Madrid 0-0
Monaco – Borussia Dortmund 0-2
Støðan:
1. Borussia Dortmund 13 stig
2. Atletico Madrid 13
3. Club Brugge 6
4. Monaco 1
Bólkur B:
FC Barcelona – Tottenham 1-1
Inter Milan – PSV 1-1
Støðan:
1. FC Barcelona 14
2. Tottenham 8
3. Inter Milan 8
4. PSV 2
Bólkur C:
Reyða Stjørna – PSG 1-4
Liverpool – Napoli 1-0
Støðan:
1. PSG 11
2. Liverpool 9
3. Napoli 9
4. Reyða Stjørna 4
Bólkur D:
Galatasaray – FC Porto 2-3
Schalke 04 – Lokomotiv Moskva 1-0
Støðan:
1. FC Porto 16
2. Schalke 11
3. Galatasaray 4
4. Lokomotiv Moskva 3