Liverpool og Salah í stórformi

Champions League: Liverpool hevur vunnið sjey dystir upp í slag og Mohaed Salah hevur skorað átta útidystir í Champions League upp í slag

Tvær fyrru 1/8 finalur hava verið í Champions League í kvøld. Liverpool vann 2-0 á útivølli móti Inter Milan. Í Eysturríki mundi Redbull Salzburg púra óvæntað vunnið á Bayern Munchen.

 

Inter Milan – Liverpool 0-2 (Roberto Firmino, 75 og Mohamed Salah 83)

 

Áttanda útidystin í Champions League upp í slag hevur Mohamed Salah skorað fyri Liverpool. Tað gjørdi hann í 2-0 sigrinum á Inter á San Siro í Milan. Tað var annars lítið millum liðini í fyrra hálvleiki, har heimaliðið millum annað rakti tvørstongina.

 

Í sienna hálvleiki var Inter Milan greitt omaná frá byrjan, men við eini trífaldari innskifting fingu Jurgen Klopp og hansara menn fatur á dystunum aftur. Eitt kortr fyri tíð stútaði innskifti Roberto Firmino eitt hornaspark í mál. Løtu seinni var aftur deyðbóltur og Mohamed Salah sparkaði returin í málið.

 

Mangan hevur breiddin verið ein trupulleiki hjá Liverpool, men uttan skaðar og við nýkeypinum Luis Diaz í hópinum, so var tað breiddin, sum vann Liverpool dystin í kvøld.

 

Redbull Salzburg – Bayern Munchen (Chukwubuike Adamu, 21 - Kingsley Coman, 90)

 

Stórfelagið úr Týsklandi var risa favorittur at vinna hendan dystin, men longu aftaná 21 minuttir kom Redbull Salzburg á odda. Chukwubuike Adamu, sum kom á vøllin longu aftaná 12 minuttir, skoraði málið.

 

Tað var ikki fyrr enn í sienna hálvleiki, at Bayern Munchen byrjaði at koma fyri seg. Eftir 4-2 tap fyri Bochum í Bundesliguni um vikuskiftið, væntaði tey flestu, at Bayern fór at reisa seg. Tað var kanska heldur eitt tekin um, at eisini Bayern kann raka ein lítlan niðurtúr.

 

Niðurtúrurin er ikki størri enn, at Kingsley Coman bjargaði Bayern eitt stig í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð. Bayern er enn greidd oddalið í Bundesliguni og favorittur at koma víðari í Champions League. Returdystirnir eru um tríggjar vikur.

 

Champions League 1/8:

 

15. feburar:

 

PSG – Real Madrid 1-0

 

Sporting – Manchester City 0-5

 

16. feburar:

 

Red Bull Salzburg – Bayern Munchen 1-1

 

Inter Milan – Liverpool 0-2

 

22. feburar:

 

Chelsea – Lille (20.00)

 

Villarreal – Juventus (20.00)

 

23. feburar:

 

Atletico Madrid – Manchester United (20.00)

 

Benfica – Ajax (20.00)