Liverpool og Real hava tunnar verjur

Champions League: Liverpool skal vinna við minst tveimum, meðan Erling skal takla Manchester City

Í kvøld verður avgjørt hvør skal víðari til hálvfinalurnar í Champions League saman við Paris Saint Germain og Chelsea. Á Anfield skal Liverpool vinna við minst tveimum málum móti Real Madrid fyri at koma víðari, meðan Erling B. Håland og Borussia Dortmund mugu skora, um Manchester City ikki skal fara víðari. 

Liverpool (1) – (3) Real Madrid (20.00)

Gestirnir úr Madrid vóru sannførandi í fyrry uppgerðini á Alfredo Di Stefano leikvøllinum, sum er venjingarvøllurin hjá Real Madrid. Santiago Bernabeu er undir umbygging og Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, helt fyri at venjingarvøllurin ikki er ein pallurin til eina fjórðingsfinalu. Nú eitur pallurin Anfield, men tað verður uttan áskoðarar.

Liverpool hevur í hesum kappingarárinum havt stórar trupulleikar í miðverjuni, men teir fáa kapping frá gestunum í dag. Real Madrid er uttan koronuraktu Sergio Ramos og Raphael Varane, og um vikuskiftið bleiv Lucas Vazquez eisini skaddur. Høgri vongurin hevur verið ein drúgvur avloysari á høgra bakkinum fyri langtíðarskadda Dani Carvajal. Hartil situr Eden Hazard framvegis uttanfyri.

Liverpool er enn sum altíð uttan Virgil van Dijk, Joe Gomez og Joel Matip. Tí verða tað aftur Ozan Kabak og Nat Phillips, sum skulu stjórna miðverjuni. Seinast fekk Naby Keita møguleikan frá byrjan, men bleiv skiftur út í hálvleikinum. Helst byrjar hann á bonkinum. Liverpool skal til at finna somu taktir, sum í 2009, tá Liverpool vann 4-0 á Real Madrid í Champions League endaspælinum. 2-0 er nokk, men skorar Real Madrid, so skal Liverpool skal fýra ferðir, fyri at koma víðari. Endar tað 3-1 til Liverpool verður tað longd leiktíð. 

Møguligar uppstillingar:

Liverpool: Alisson Becker; Alexander-Arnold, Ozan Kabak, Phillips, Robertson; Thiago, Fabinho, Wijnaldum; Salah, Jota, Mané

Real Madrid: Courtois; Odriozola, Nacho, Éder Militão, Mendy; Kroos, Casemiro, Modrić; Asensio, Benzema, Vinícius Júnior 

Borussia Dortmund (1) – (2) Manchester City (20.00)

Heimaliðið er framvegis uttan Jadon Sancho, sum kom til Dortmund frá júst Manchester City. Tað er eisini ivasamt um Marco Reus og Mats Hummels eru fult til reiðar. Stóra vónin er at Erling B. Håland fær hol á. Hann spældi væl í fyrru uppgerðini og legði upp til málið, men tað verður helst brúk fyri fleiri málum í kvøld.

Gestirnir eru uttan Sergio Aguero, sum hevur sitið uttanfyri í eina viku við vøddaskaða. Men hann er tann einasti, sum Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, ikki hevur tøkan til í kvøld. Spurningurin er so um Pep Guardiola leggur sínar vónir í Gabriel Jesus, ella hann flytur Kevin De Bruyne fram.

Møguligar uppstillingar:

Dortmund: Hitz; Morey, Akanji, Hummels, Guerreiro; Emre Can, Dahoud, Bellingham; Reus, Haaland, Hazard

Man. City: Ederson; Walker, Stones, Dias, Cancelo; De Bruyne, Rodri, Gündoğan; Mahrez, Jesus, Foden