Liverpool og Jürgen Klopp hava longt

Premier League: Liverpool boðar í dag frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Jürgen Klopp

Liverpool boðar í dag frá, at felagið hevur longt sáttmálan við venjaran, Jürgen Klopp. Sáttmálin er longdur við tveimum árum og gongur nú fram til 2026. Venjarin hevur annars boðað frá, at hann ætlaði at gevast eftir at sáttmálin gekk út í 2024.

 

- Eg verið verandi tvey ár longri enn ætlað. Men ikki bara eg, eisini alt venjaratoymið. Eg elski felagið og hetta er besta staðið at verða. Eg kenni hepnan. Hvussu leingi hevur tað verið? Seks og eitt hálvt ár síðani, at FSG helst tað var eitt gott hugskot at fáa ein týskara inn- og vit eru her enn, sigur Jürgen Klopp.

 

Jürgen Klopp hevur kollvelt Liverpool, síðani hann tók við í 2015. Hann hevur millum annað vunnið fyrsta meistaraheitið hjá felagnum í 30 ár, og ikki minst eisini Champions League í 2019. Hann nærmast eitt halgimenni í Liverpool, og tí koma tíðindini væl við hjá viðhaldsfólkunum.