Liverpool og Fulham komin undan øskuni

Liverpool er á vitjan hjá fyrrverandi felagunum hjá Fernando Torres, Atletico Madrid. Torres er skaddur restina av hesum kappingarárinum og verður sostatt ikki við í kvøld. Ryan Babel hevði leikbann, tá Liverpool vann 4-1 á Benfica á Anfield seinast. Hann er nú tøkur aftur. Fabio Aurelio, Emilliano Insua, Martin Skrtel og Martin Kelly eru allir skaddir.

 

Fyri Atletico Madrid kemur tað illa við, at framherjin Sergio ?Kun? Aguero er leikbannaður. Aguero hevur verið settur í samband við Chelsea í seinastu og prísurin sigst liggja á umleið 400 milliónum krónum. Tað sigur ikki so lítið um argentinska stjørnuskotið hjá Atl. Madrid.

 

Hitt enska liðið í Europa League er Fulham. Teir eru á vitjan í Hamburg, har finalan eisini skal spælast. Fulham hava koyrt allan vegin í bussi úr London. Ferðin tók góðar 17 tímar. Fulham eru uttan Andrew Johnson, ið er langtíðar skaddur. John Pantsil, Stefano Okaka og Nicky Shorey hava ikki lov at umboða Fulham í Evropa.