Hvørki Liverpool ella Manchester City megnaðu at vinna seg víðari til fjórðingsfinalurnar í Europa League í kvøld. Liverpool hevði á Anfield vitjan av Braga úr Portugal. Braga vann fyrr dystin 1-0. Liverpool, sum hevði Andy Carroll við frá byrjan fyri fyrstu ferð, spældi seg í nakrar góðar støður í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at umseta til mál. Í seinna hálvleiki hevði heimaliðið ilt við at leggja Braga undir trýst, sum vardi væl og hótti við mótálopum. Einki mál kom í dystinum og tað merkir, at Braga ferð víðari til fjórðingsfinalurnar.
Manchester City skuldi vinna við minst tveimum á Dynamo Kiev, um teir skuldu hava nakran møguleika at koma víðari. Útgangsstøðið gjørdist torførari, tá Mario Balotelli varð útvístur í fyrra hálvleiki. Alexander Kolarov skoraði stutt eftir fyri Manchester City, men teir megnaðu ikki at skora tað týdningarmikla nummar tvey.
Europa League 1/8 finalu úrslit: (Samanlagt)
Manchester City ? Dynamo Kiev 1-0 (1-2)
PSG ? Benfica 1-1 (2-3)
Spartak Moskva ? Ajax 3-0 (4-0)
Zenit ? Twente 2-0 (2-3)
Porto ? CSKA Moskova 2-1 (3-1)
Liverpool ? Braga 0-0 (0-1)
Rangers ? PSV (0-1)
Villarreal ? Leverkusen 5-3(2-1)