Liverpool á odda

Liverpool hava yvirtikið oddasessin í Premier League, men bara við einum stigi, tí teir megnaðu ikki at fáa meiri enn javnleik í dystinum móti West Ham í gjárkvøldið. Tað er triðja ferðin í ár, at Liverpool spælir ein málleysan dyst heima í Anfield Road. Liverpool hevði fleiri kjansir, men tann størsta fyri steðgin átti West Ham og fyrrverandi Liverpool-leikarin Craig Bellamy, men skot hansara langt úti frá rakti stongina. Í seinna hálvleiki átti Liverpool hinvegin nógv tann størsta kjansin, men Youssi Benayoun, men West Ham málverjin stórbjargaði skotroyndini úr stuttari fjarstøðu. Liverpool fer við eina stiginum, teir fingu úr dystinum, framum Chelsea á stigatalvuni, soleiðis at teir nú hava 34 stig.