Liggjandi 123 pláss aftanfyri teirra Premier League mótstøðumenn, tóku undirtippaðu Havant & Waterlooville nærum Liverpool á bóli, tá teir tóku leiðsluna longu eftir átta minuttum. Leiðslan vardi bert 19 minuttir, tí tá javnaði Lucas Leiva.
Heilt ótrúliga tóku Havnat & Waterlooville aftur leiðsluna, tá teir í 31. minutti skoraðu, eftir at nýggji verjuleikarin Martin Skrtel var so óheppin at beina bóltinum í egið mál.
Yossi Benayoun javnaði so aftur fyri Liverpool, áðrenn steðgin, og fullførdi sítt hattrick í øðrum hálvleiki. Peter Crouch kom eisini til fatið, tá hann í 90. minutti kundi økja til 5-2 til Premier League liðið.
Kevin Hawley gjørdi heili tvey mál, tá liðið úr The Championship, Preston framdu tað bragd, at vinna heili 4-1 móti Derby á Pride Park.
Simon Whaley økti so um leiðsluna, til 3-0, áðrenn Robert Earnshaw minkaði um munin til 1-3. Men móti endanum fingu Preston tillutað eitt brotsspark, og tað kundi Neil Mellor senda í netið til 4-1 til undirtippaða liðið úr The Championship.
Arsenal áloyparin, Emmanuel Adebayor endaði vónina hjá Kevin Keegan um at vinna nakað steyp í ár, tá hesin skoraði tvey mál í 3-0 sigrinum móti Newcastle.
Úrslitini í dag vóru annars:
Arsenal 3-0 Newcastle
Barnet 0-1 Bristol Rovers
Coventry 2-1 Millwall
Derby 1-4 Preston
Liverpool 5-2 Havant and W
Mansfield 0-2 Middlesbrough
Oldham 0-1 Huddersfield
Peterborough 0-3 West Brom
Portsmouth 2-1 Plymouth
Southampton 2-0 Bury
Watford 1-4 Wolverhampton