Sambært millum annað BBC, SkyNews og Soccernet, so møtist leiðslan í enska fótbóltsfelagnum Liverpool í dag fyri at hyggja uppá tvey boð, ið eru komin inn uppá felagið. Liverpool hevur í eina tíð verið til sølu. Núverandi eigarin, Tom Hicks og George Gillett, hava ikki gjørt sum teir lovaðu tá teir í 2007 keyptu felagið. Teir hava eisini sett felagið í stóra skuld og tí eru Liverpool viðhaldsfólk sera ónøgt við eigaraviðurskiftini.
Tað tykist verða greitt, at annað boðið er frá John Henry, ið eigur amerikanska baseball felagið Boston Red Sox. Navn er ikki sett á hitt boðið, men mett verður at tað er úr Asia.
Tom Hicks og Geroge Gillett skylda Royal Bank of Scotland(RBS) yvir tvær milliardir. RBS hevur sett 15. oktobur sum deadline fyri at fáa skil á fíggjarligu viðurskiftini.










