Seytjanda umfar í bestu eingilsku fótbóltsdeildini er á skránni næstu dagarnar. Stórdysturin hesa ferð verður mánadagin ella tollaksmessudag, tá ið oddaliðið Arsenal fær vitjan av grannunum í Chelsea, sum eru á triðja plássi.
Flestu dystirnir eru í dag. Klokkan 12.45 verður fyrsta bríkslið á Anfield Road í Liverpool, har heimaliðið fær vitjan av Cardiff. Liverpool er stórfavorittur, og um tað eydnast heimaliðnum at vinna fulla úrtøku, so verður Liverpool fremst í hvussu so er inntil mánakvøldið, tá ið grannauppgerðin verður í London.
Undan hesum umfarinum er Arsenal tvey stig frammanfyri Liverpool og Chelsea og trý stig frammanfyri Manchester City, sum seinni í dag skal spæla á útivølli ímóti Fulham. Everton er á fimta plássi, og Liverpool felagið hevur við sigri á útivølli ímóti Swansea møguleika at lyfta seg uppaftur nærri toppinum.
Manchester United eigur heimavøll ímóti West Ham í dag. Meistararnir plaga at lyfta seg nærri toppinum um jóltíðir. 3-0 sigurin á útivølli ímóti Aston Villa boðaði frá, at meistararnir eru um at finna seg sjálvar. Í morgin skal Tottenham við nýggjum venjara spæla á útivølli í Southampton.
Í dag
Liverpool-Cardiff kl. 12.45
Manchester United- West Ham kl. 15.00
WBA-Huill kl. 15.00
Sunderland-Norwich kl. 15.00
Stoke- Aston Villa kl. 15.00
Fulham-Manchester City kl. 15.00
Crystal Palace-Newcastle kl. 15.00
Í morgin
Southampton-Tottenham kl. 13.30
SwanseaEverton kl. 16.00
Tollaksmessudag
Arsenal-Chelsea kl. 20.00