Í gjár tveitti Liverpool eina 3-0 leiðslu fyri borð, tá Crystal Palace uppá smáar tólv minuttir skoraði tríggjar ferðir, soleiðis at dysturin endaði við javnleiki 3-3.
Les eisini: Liverpool spilti sær møguleikan
Hóast Liverpool við eina stignum legði seg á odda í Premier League, so merkir javnleikurin, at Manchester City bara skal hava fýra stig í tveimum teimum seinastu dystunum, so eru teir Premier League vinnarar fyri aðru ferð í søguni.
- Tað er ongin ivi um, at Manchester City nú vinnur meistaraheitið. Vit skuldu vinna okkara dyst fyri at leggja trýst á teir til seinasta umfar, men tað megnaðu vit ikki, sigur Brendan Rodgers, venjari hjá Liverpool.
Eftir dystin fóru myndir av grátandi einum Luis Suarez kring allan miðlaheimin, meðan Steven Gerrard royndi at ugga framherjan. Manchester City hevur dystir eftir móti West Ham og Aston Villa á heimavølli.
- Í 78 minuttir spæla vit framúr. Vit skora trý mál og kundu fingið fleiri, men at fáa trý mál ígjøgnum móti endanum var eitt satt vónbrot, sigur Brendan Rodgers víðari.
Liverpool var á odda 1-0 í hálvleikinum, men bara tíggju minuttir inn í seinna hálvleiki kemur Liveprool upp á 3-0. Manchester City hevði undan dystinum ein málúrtøku, sum er níggju mál betri enn Liverpool.
- Í hálvleikinum tosa við um, at tað týdningarmiklasta er at vinna dystin. Ikki at tveita alt fram og royna at vinna nógv. Vit spæla ikki dystin rætt við støðuni 3-0, tá vit hava møguleikar at skora fleiri, sigur Brendan Rodgers.
Bretskir miðlar hava kallað dystin fyri “Crystanbul”, sum vísir til Champions League finaluna í 2005, sum varð spæld í Istanbul í Turkalandi. Tá var Liverpool aftanfyri 3-0 móti AC Milan, men endaði við javna til 3-3 upp á seks minuttir, fyri síðani at vinna upp á brotssparkskapping.
Manchester City kann í annaðkvøld taka eitt stórt fet móti meistaraheitinum, tá teir fáa vitjan av Aston Villa. Liverpool hevur 81 stig á fyrsta plássi, meðan Manchster City hevur ein dyst til góðar á øðrum plássi við 80 stigum.
Liverpool hevur ongantíð vunnið Premier League, sum sá dagsins ljós í 1992. Seinast Liverpool vann enska meistaraheitið var í 1990.