Lutakast hevur verið til triðja umfar av ensku steypakappingini FA Cup, og í øllum førum ein stórdystur verður á skránni. Eingin styrkismeting verður gjørt í sambandi við FA Cup, og tí kunnu øll verða drigin ímóti hvørjum øðrum. Stóri dysturin í triðja umfari, sum verður spælt fyrst í januar, verður dysturin millum Liverpool og Arsenal á Anfield Road. Chelsea skal spæla á heimavølli ímóti Macclesfield, og Manchester United og Aston Villa hittast á Old Trafford.