Leiðslan í enska Premier League felagnum hevur valt at gera nakað, sum er blivið meiri sjáldsamt fyri Premier League feløg nú á døgum. Teir hava valt at lurta eftir misnøgdini hjá sínum viðhaldsfólkum, og hava eftirlíka teirra krøvum um sámuligar atgongumerkjaprísir.
Í farnu viku kunngjørdi leiðslan í Liverpool FC annars, at teir fóru at økja atgongumerkjaprísini rættiliga nógv. Liverpool meldaði út, at eitt atgongumerki til høvuðstribunina, sum hevur bestu sitiplássini fór at kosta eina upphædd, sum svarar til 740 krónur í okkara peningi komandi ár. Prísurin, sum er galdandi nú er gott og væl 570 krónur í okkara peningi.
Hetta fekk teir mest trúføstu Liverpool-fjeppararnar at mótmæla staðiliga. Tá 77 minuttir vóru farnir av dystinum millum Liverpool og Sunderland farna vikuskiftið rýmdu Liverpool fjepparar í hópatali av Anfield leikvøllinum fyri at mótmæla tann hækkandi atgongumerkjaprísin. Orsøkin til, at hetta fór fram júst í 77. minutti var tí, at dýrasti prísurin komandi ár var settur til 77 bretsk pund.
Teir høgu harrarnir í Fenway Sports Group, sum eigur Liverpool hava nú meldað út, at teir hava tikið til eftirtektar mótmælini frá Liverpool viðhaldsfólkunum. Atgongumerkjaprísurin til høvuðstribununa verður óbroyttur. Sambært BBC ætlar Fenway Sports Group eisini at frysta prísin á sesongkortum











