Liverpool í álopstrupuleikum

Seinnu hálvfinalurnar í Europa League verða leiktar í kvøld. Á Anfield tekur Liverpool ímóti Atl. Madrid, meðan Fulham fær vitjan av Hamburg. Á Anfield er stóri spurningurin hvar málini skulu koma frá. Tað er greitt, at Fernando Torres ikki verður við, meðan Dirk Kuyt og David N?gog eru ivasamir. Sostatt hevur Liverpool møguliga bara ein áleypara tøkan til í kvøld. Tað er 23-ára gamli Ryan Babel, ið hevur havt ringt við at vinna sær fast pláss á Liverpool liðnum, síðani hann kom til felagið. Liverpool keypti Babel úr Ajax í 2007, fyri umleið 100 milliónir krónur.

 

- Tað er altíð lættari tá vit hava Fernando Torres kláran, men vit hava leikarar sum Steven Gerrard, Alberto Aquilani, Ryan Babel og Yossi Benayoun, ið kunnu gera munin. Men vit vita eisini, at Sergio ?Kun? Aguero og Diego Forlan eru vandamiklir uppá skjót álop, og at teir kunnu skora mál, sigur venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez um álopið hjá Atl. Madrid.

 

Fyri Atl. Madrid kemur tað væl við, at Sergio ?Kun? Aguero er tøkur aftur eftir leikbann. Hann byrjar vantandi inni saman við fyrrverandi Manchester United spælarinum, Diego Forlan, í álopinum.

 

Í London tekur Fulham ímóti Hamburg, ið eisini eru vertir fyri finaluni. Stóra ivamálið hjá Fulham er framherjin Bobby Zamora, ið hevur ein skaða at dragast við. Hamburg koyrdi í vikuni venjarin, Bruno Labbadia, og í hansara stað er Ricardo Moniz settur. Fyrri dysturin millum liðini endaði við málleysum javnleiki.

 

Báðar hálvfinalurnar byrja klokkan 20.05.