Liverpool livir enn

Ensku liðini reistu seg í Champions League dystunum, sum vórðu spældir í kvøld.

Í Liverpool var trýstið á Rafal Benitez og hansara menn stórt, men við millum øðrum tveimum málum frá Fernando Torres hava teir reyðu nú góðan møguleika at koma víðari.

Og Chelsea sópaði allan iva til viks, tá teir á útivølli vunnu 4-1 á norska Rosenborg. Í fyrra dystinum millum liðini endaði við javnleiki 1-1, og tað úrslitið vigaði nógv, tá Jose Mourinho at enda varð sendur til hús.

Úrslitini í kvøld vóru annars hesi:

Besiktas-Marseilles 2-1

Liverpool-Porto 4-1

Rosenborg-Chelsea 0-4

Valencia-Schalke 04 0-0

Lazio-Olympiakos 1-2

Werder Bremen-Real Madrid 3-2

Benfica-AC Milan 1-1

Celtic-Shahktar Donetsk 2-1