Í dag klokkan 17 byrjar lutakastið til Champions League bólkaspælið. Styrkisbólkarnir eru nú kunngjørdir. Eitt sermerkt við styrkisbólkunum er, at finalistarnir frá í fjør liggja illa fyri. Liverpool er endað í triðja styrkisbólkinum.
Í fyrsta styrkisbólkinum eru vernandi vinnararnir úr Real Madrid, Europa League vinnararnir úr Atletico Madrid og landskappingarvinnararnir í sterkastu landskappingunum í Evropa. Síðani verða liðini deild upp eftir styrkislistanum hjá UEFA.
Her er talan um ein stigalistan, sum telur avrikini seinastu fimm árini í Evropa. Hóast Liverpool kom heilt til finaluna í farna kappingarári, so er tað ikki nokk til at yvirhála eitt nú AS Roma og Tottenham, sum bæði hava verið í Champions League seinnu árini. Hvør bólkur hevur eitt lið úr hvørjum styrkisbólki.
Her síggjast styrkisbólkarnir. Í styrkisbólki 2, 3 og 4 sæst eisini stigatalið á UEFA styrkilistanum.
Styrkisbólkur 1
Real Madrid (Vinnarar)
Atlético Madrid (UEFA Europa League vinnarar)
Barcelona
Bayern München
Manchester City
Juventus
Paris Saint-Germain
Lokomotiv Moskva
Styrkisbólkur 2
Borussia Dortmund 89.000
Porto 86.000
Manchester United 82.000
Shakhtar Donetsk 81.000
Benfica 80.000
Napoli 78.000
Tottenham Hotspur 67.000
Roma 64.000
Styrkisbólkur 3
Liverpool 62.000
Schalke 62.000
Lyon 59.500
Monaco 57.000
Ajax 53.500
CSKA Moskva 45.000
PSV Eindhoven 36.000
Valencia 36.000
Styrkisbólkur 4
Viktoria Plzeň 33.000
Club Brugge 29.500
Galatasaray 29.500
Young Boys 20.500
Internazionale Milano 16.000
Hoffenheim 14.285
Crvena zvezda 10.750
AEK Athens 10.000