Liverpool-leikari til Hull

Kostaði út við 200 mió., men hevur ilt við at sleppa fram at í Liverpool.

Liverpool-leikarin, Lazar Markovic, hevur higartil hetta kappingarárið verið útleigaður til portugisiska felagið Sporting Lissabon, og nú verður hann útleigaður einaferð afturat.


Hann kemur tó aftur til Onglands, tí nú er tað Premier League-felagið Hull, ið hevur leigað 22 ára gamla serbiska vongleikaran restina av kappingarárinum.


Liverpool keypti Lazar Markovic fyri áleið 175 milliónir krónur frá Benfica á sumri 2014. Hann hevur higartil fingið 34 dystir fyri Liverpool.