Liverpool leikari langtíðarskaddur

Ein av størstu profilunum hjá Liverpool er helst liðugur fyri hetta kappingarárið

Nógv bendir á, at toppskjúttin hjá Liverpool hetta kappingarárið, senegalski, Sadio Mané, hevur spælt sín seinasta dyst fyri felagið í hesum kappingarárinum.

 

Sadio Mané mátti fara av vøllinum við einum skaða, tá Liverpool leygardagin spældi móti Everton, og sum skilst er talan um ein álvarsaman skaða.

 

Í samrøðu við BBC, sigur Liverpool venjarin, Jurgen Klopp.

 

-       Tíverri er tað ein møguleiki fyri, at hann verður úti restina av kappingarárinum. Men eg dugi ikki at siga tað enn, tá tað ikki er sikkurt. Tað einasta ið eg kann siga við fullari vissu er, at hann verður úti í morgin, tá vit møta Bournemouth.

 

Liverpool spælir í annaðkvøld á heimavølli móti Bournemouth.