- Tá førarin var greiður yvir, at eg spældi við Liverpool, stoppaði hann bilinum og bað meg fara út, fortelur tann 23-ára gamli slovakin fyri slovakiska blaðnum Pravda.
Skrtel spurdi so førarin, um tað ikki var at fara eitt sindur ov vítt í hansara kærleika til sítt elskaða Everton.
- Nei, mín kærleiki til Everton kennir ongi mørk, sagði førarin sambært Skrtel, ið so mátti ganga restina av vegnum, og sum nokk framyvir vil lata vera við at diskutera fóbólt við teir lokalu taxaførararnar.
Martin Skrtel varð í januar keyptur fyri 65 mió. krónur í russiska Zenit Skt. Petersborg og varð harvið tann dýrasti slovakiski fótbóltsleikarin nakrantíð.