Liverpool leigar spælara

Liverpool hevur leigað fyrrverandi enskan landsliðsspælara

Mynd: (Liverpool FC)

Liverpool hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur leigað fyrrverandi enskal landsliðsspælaran, Steven Caulker undan dystinum móti Arsenal í annaðkvøld.

 

Liverpool hevur eitt heilt lið sitandi uttanfyri við skaða. Serliga í verjuni er tunt, har menn sum Martin Skrtel, Dejan Lovren og Mamadou Sakho eru skaddir, meðan Kolo Toure er ivasamur.

 

24 ára gamli Steven Caulker hevur fyrr spælt við Tottenham, Cardiff City og seinast Queens Park Rangers. Fyribils er talan um ein leigusáttmála fyri restina av hesum kappingarárinum.

Mynd: (Liverpool FC)

Mynd: (Liverpool FC)

Mynd: (Liverpool FC)

Mynd: (Liverpool FC)

Mynd: (Liverpool FC)