Liverpool Legends á Tórsvøll

Ian Rush, Alan Kennedy, John Aldridge og Bruce Grobbelaar eru í kvøld millum leikararnar, sum skulu royna at basa føroyska veteranlandsliðnum. Liverpool Legends vitjar á Tórsvølli klokkan 19.00.

- Tað eru 30 ár síðan, at vit dugdu at spæla fótbólt. Men hóast tað, vilja vit vinna hvørja ferð. Tað er ikki bara stuttleiki í so máta, segði Alan Kennedy, sum skeyt avgerandi málið í Evropa Cup finalunum í 1981 og 1984, við Sosialin í gjár.

Seinastu atgongumerkini verða seld við inngongdina til Tórsvøll undan dystinum.