Liverpool-legendir koma til Føroya

Fyrrverandi spælarar á besta liðnum hjá Liverpool FC koma til Føroyar á vitjan. Teir fara at spæla ein dyst móti fyrrverandi føroyskum landsliðsspælarum. Dysturin verður spældur á Tórsvølli, leygardagin 4. juli klokkan 19. Á Liverpool-liðnum vera væntandi hesir spælarar at síggja á Tórsvølli: Allan Kennedy, Bob Bolder, Bruce Grobbelaar, David Fairclough, Don Hutchinson, Gary Gillespie, Howard Gayle, Jimmy Case, John Aldridge, John Durnin, Rob Jones, Mike Marsh, Paul Walsh, Phil Babb, Phil Thompson, Phil Neal, Ronnie Wheelan, John Wark, Mark Walters, Mark Wright, Michael Thomas, David Johnson og Ian Rush.

 

Í samband við dystin er tað er møguligt at keypa trý ymisk sløg av atgongumerkjum.

 

1. Vanlig atgongd til dystin, kostnaður 125 kr. fyri vaksin og 25 kr. fyri børn.

 

2. VIP 1, kostnaður 300 kr. fyri vaksin og 75. kr fyri børn. Hetta gevur atgongd til dystin, umframt møguleikanum at møta leikarunum undan dystinum, har tað er møguligt at fáa autograf á til dømis troyggjuna (avmarkað nøgd).

 

3. VIP 2, kostnaður 1000,- kr, sama sum VIP 1, umframt atgongd til gallaveitsluna á Hotel Føroyum, saman við Liverpool-legendunum aftaná dystin (avmarkað nøgd).

 

Liverpool Føroyar skipar eisini fyri einum fótbóltsskúla fyri børnum og ung, sum eru fødd millum 1991 og 1997. Ungdómsvenjarar hjá Liverpool FC koma at taka sær av venjingini á fótbóltsskúlanum, sum verður í døgunum frá mikudegnum 1. juli til fríggjadagin 3. juli. Kostnaður fyri hvønn luttakara er 500 kr. Til ber at melda seg til fótbóltsskúlan á liverpool@liverpool.fo.