Kenny Dalglish er koyrdur sum venjari hjá Liverpool, eftir at felagið endaðí á einum áttanda plássi í Premier League.
61 ára gamli Dalglish førdi Liverpool til sigurs í Carling Cup og í finaluna í FA Cup, men tað var ikki nóg mikið fyri amerikansku eigararnar, tí Liverpool endaði við einum áttanda plássi í Premier Leagu og harvið heilt uttan fyri europeisku kappingarnar.
Sambært BBC Sports sigur Dalglish, at hann varð koyrdur á ein tignarligan og virðisligan hátt.
Eigararnir, Fenway Sports Group, sigur í skrivi, at avgerðin at koyra Dalglish ikki hevur verið løtt ella framd í skundi, og at leitanin eftir einum avloysara byrjar beinanvegin.
Verandi Wigan-venjari, Roberto Martinez, og fyrrverandi venjarin, Rafael Benitez, verða mettir sum bestu boðini millum veddingarfyritøkurnar.