Liverpool keypti ov dýrt

Fyrrverandi ítróttarstjórin í Liverpool, sum millum annað keypti Andy Carroll, heldur, at felagið hevur goldið og nógv fyri ein av nýggju spælarunum.

Damien Comolli, sum millum var við at keypa Andy Carroll, Stewart Downing og Jordan Henderson til Liverpool, heldur at Liverpool hevur goldið ov nógv fyri 23 ára gamla verjuspælaran Mamadou Sakho .

 

-       Eg skilji ikki hví Liverpool hevur betalt so nógv fyri Mamadou Sakho. Hann hevði bara eitt ár eftir á sáttmálanum við PSG. Hann sat á bonkinum og vildi sleppa vekk, greiðir Damien Comolli frá á Sky Sports.

 

The Guardian metir, at Liverpool hevur goldið áleið 115 milliónir krónur fyri vinstra beinta miðverjan, sum hevur spælt 14 landsdystir fyri Frakland.

 

-       Hann vil sleppa til HM við Fraklandi og tí vildi hann sleppa til eitt lið, har hann fær spæltíð. Tí skilji eg heldur ikki, at hann er farin til eitt felag, sum hevur ein av bestu vinstrabeintu miðverjunum í heiminum í Daniel Agger. Eg vænti ikki at teir báðir kunnu spæla í miðverjuni saman, sigur Damien Comolli við Sky Sports.

 

Umframt Mamadou Sakho, so hevur Liverpool keypt Mamadou Sakho, Tiago Ilori, Luis Alberto, Kolo Toure, Iago Aspas, og Simon Mignolet, umframt at felagið hevur leigað Victor Moses og Aly Cissokho.