Liverpool keypt Enrique

Um vikuskiftið byrjar Premier League, so tað er í tøkum tíma, at Liverpool hevur keypt sær ein vinstra bakk. Talan er um liðfelagin hjá Jóan Símuni Edmundsson, Jose Enrique.

 

Liverpool hevur leingi leita sær eftir einum vinstra bakki, eftir at Paul Konschesky ikki sló til á Anfield. Liverpool hevur leingi verið sett í samband við Newcastle bakkin og nú er greitt, at hann skiftur til Liverpool.

 

Prísurin er ikki upplýstur, men enskir miðlar meta, at talan er um áleið 50 milliónir krónur. Jose Enrique hevur bara eitt ár eftir av sáttmálanum við Newcastle og hann hevur boðað frá gjøgnum sína Twitter síðu, at hann ikki er sinnaður at halda fram á St. James’ Park.

 

Jose Enrique er 25 ára gamal og er spanióli. Hann hevur síðani 2007 spælt við Newcastle. Væntandi verður keypið almanna kunngjørt seinni í dag. Hann er í løtuni til læknakanning og er avmyndaður í Liverpool troyggju.