Serbiski landsliðsspælarin hjá belgiska liðnum, Standard Liege, Milan Jovanovic hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála við Liverpool, hetta skrivar enska blaðið, The Guardian. Sambært The Guardian verður Milan Jovanovic tøkur hjá Liverpool, tá komandi kappingarár byrjar.
Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez vildi hava ein framherja tøkan longu tá flytingarvindeyga læt aftur tann 31. januar. Nú má Benitez so bíða til komandi kappingarár byrjar, áðrenn hann fær gleði av tí serbiska framherjanum.
Àðrenn hann fór til Standard Liege, spældi Milan Jovanovic við russiska liðnum, Lokomotiv Moskva. Milan Jovanovic hevur spælt 23 landsdystir fyri Serbia, og í teimum dystunum hevur hann skorað 9 mál.