Liverpool keypir ikki fyribils

Hóast Liverpool hevur stórar trupulleikar við at skjóta mál, so verður ongin leikari keyptur í januar flytingarvindeyganum, sum letur aftur um eitt gott døgn. Tað sigur Kenny Dalglish í dag.

 

- Vit keypa einki í hesum flytingarvindeyganum, so tit kunnu spara tykkum at spyrja um nakrar flytingar, segði Kenny Dalglish við tíðindafólkini á tíðindafundi í dag.

 

Liverpool er eitt av feløgunum, sum ikki hevur knýt nakran leikara at hópinum í januar flytingarvindeyganum.

 

Felagið hevur annars verið sett í samband við leikarar sum David Texeira(Gronningen), Nikica Jelavic(Rangers) og seinast Carlos Tevez.

 

Sky Sports veit at siga, at Everton hevur keypt Nikica Jelavic í hesi løtuni.