Liverpool keypir Chelsea-talent

Liverpool hevur í dag styrkt um hópin til komandi kappingarár við áleypara úr Chelsea

Heldur óvæntað eitur fyrsta keypið hjá Liverpool til komandi kappingarár, Dominick Solanke. Fyri tey flestu sigur navnið ikki tað heilt stóra, og tað er ikki uttan orsøk.

 

Dominick Solanke kemur til Liverpool frá Chelsea, har hann hevur leikt øll síni ár, uttan tíðarskeiðið kappingarárið 2015-2016, tá hann var útleigaður til hollendska felagið Vitesse. Í Chelsea er tað bert rokkið til ein dyst fyri besta liðið, sum kom áðrenn Antonio Conte tók yvir sum venjari í enska felagnum.

 

Á heimasíðuni hjá Liverpool boðar felagið frá, at avtala er gjørd við 19 ára gamla enska áleyparan. Felagið upplýsir ikki hvussu langan sáttmála Dominick Solanke fær.