Tann 23 ára gamli Roberto Firmino hevur havt eitt gott kappingarár í týska Hoffenheim, har hann frá sínum plássi á miðvøllinum skoraði 10 mál í undanfarna kappingarári. Nú skal Firmino spæla við enska Liverpool.
Liverpool hevur júst kunngjørt á heimasíðu sínari, at semja er rokkin ímillum feløgini bæði. Tað einasta, ið manglar, áðrenn brasiliumaðurin skrivar undir, er tann obligatoriska læknakanningin.
Í løtuni er Roberto Firmino staddur í Chile, har hann umboðar brasilska landsliðið í Copa América.