Liverpool keyp helst av ongum

Seinastu tíðina hevur ljóðað, at eitt saudi-arabiskt íløgufelag er væl ávegis í royndunum at keypa enska Liverpool. Men varastjórin í F6, sum felagið eitur, sigur nú, at lítið er um tosið um, at teir seinastu vikuna hava samráðst um eitt keyp. – Vit hugsaðu um hetta í september mánaði, men síðani tá er einki sum helst hent, sigur Gassim Hamidaddin, varastjóri í F6. George Gillet, sum er annar av eigarunum av Liverpool, hevur annars júst verið í Saudi-Arabia, og hetta setti sum vera man gongd á gitingarnar í ensku miðlunum.